Advent

Orðið advent er latínskt orð, sum merkir "koma".

Adventstíðin er fyrireiking til jólini. Hetta orðið verður brúkt til hendan partin í kirkjuárinum, tí vit hugsa um Jesu komu. Adventssunnudagur er nýggjársdagur í kirkjuárinum, og adventstíðin fatar um fýra teir seinastu sunnudagarnar fyri jól. Teir tekstir, sum verða lisnir úr Bíbliuni í gudstænastuni í adventstíðini, siga frá Guds lyftum um ein frelsara, frá fyrijáttanini í Gamla Testamenti og um at vera til reiðar at møta frelsaranum.

Orðafrágreiðing

Orðið er komið úr latíni í flestøll mál her um vegir; tað er stytting av adventus domini "koma Harrans", av fyrisetingini ad "at, til" og sagnorðinum venire "koma". Norrøna navnið á hesi fyrireikingartíð til jólini var "jólafasta" (jólaføst). Tá hevði fólk - sum føroyingar eisini til fyri stuttum - bindindi at bíða við jólahaldinum, til jólini komu.

Orðið advent (eisini stavsett "atvent") hevur verið lagað at føroyskum framburðarreglum soleiðis, at sagt hevur verið annaðhvørt [advent] við stuttum a-ljóði sum eitt nú í orðinum alv ella [ead-/eatvent] við tvíljóðandi a sum í orðinum at. At siga [a:dvent] við longum óføroyskum [a:], sum nú hoyrist av øðrumhvørjum munni í útvarpi og sjónvarpi, er nýtt og man vera nýkomið úr donskum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Content Disclaimer

Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.

  1. The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
  2. There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
  3. It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
  4. Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
  5. Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.