Algebra

Algebra er læran um roknihættirnar og um sambandið ímillum tøl. Í algebra verða bókstavir ofta settir í staðin fyri tøl. Hetta er fyri at leggja dent á, at teir roknihættir, vit brúka, galda ikki bara fyri einstøk tøl. Algebra verður tí eisini nevnd bókstavarokning. Algebra stavar frá 9. øld, tá ið støddfrøðingurin Al Khwarizmi gav eina bók í støddfrøði út í Bagdad. Hann nevndi bókina Al-jabr wa’l-muqabala. Tað man vera hetta Al-jabr, sum er blivið til algebra. Í algebra rokna vit við tølum, sum vit ikki vita, hvørji eru enn. Orsøkin til, at vit kunnu gera tað, er, at nógvar útrokningar eru eins, hvørji tøl vit so brúka. Algebraframsagnir eru nøvn á tølum, sum eru sett saman av bókstavum og tølum. Ofta kunnu tær skrivast styttri. Vit siga tá, at tað ber til at umstytta algebraframsagnirnar. Líka til 1637 var støddfrøðin týðiliga býtt sundir í algebra og geometri. Tá gav franska flogvitið í støddfrøði René Descartes út bók sína Discours de la méthode. Í einum ískoyti vísti hann á styrkina at tvinna algebraina og geometriina saman. Hetta gjørdist seinni til sjálvstøðugu vísindagreinina analýtisk geometri. Bókstavarokning verður serliga nýtt í kjarnaøkjunum geometri og funksjónir.
Er í einari líkning, verður hon nevnd líkning á øðrum stigi. Eina skipaða og umstytta líkning á øðrum stigi skriva vit:
Roknireglur
- Fortekn
- Umstytting
- kann verða umstytt til
- Potensar
- givið at
- Undirskilt falditekn
- Tá ið vit skriva , er tað undirskilt, at tað merkir . Framsøgnina skriva vit vanliga
- Undirskilt pluss
- Tá ið einki fortekn stendur frammanfyri einum klombri ella tali, er tað undirskilt, at tað er pluss. T.d.:
- Undirskilt 1 tall
- Stendur eitt minustekn frammanfyri einum klombri, er tað undirskilt, at har stendur eitt 1 tal:
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.