Beijing
| Land: | |
| Borgarstjóri: | Guo Jinlong |
| Vídd: | 16 807,8 km² |
| Íbúgvar (2014): | 21 121 000 |
| fyri km²: | 1 231 íbúg./km² |
| Mál: | Kinesiskt |
| Tíðarzona: | UTC +8 |
| Heimasíða: | www.beijing.gov.cn |
Bejing (fyrr Peking) er høvuðsstaður í Kina, og hevur umleið 20,6 mió. íbúgvar. Beijing er miðdepil fyri ríkisfyrisiting, fíggjarviðurskiftum, skúlaverki og flutningi í Kina, landinum, har væl fleiri enn ein milliard fólk býr, og í fleiri enn 30 býum búgva meiri enn ein millión fólk. Telur tú útjaðaran uppí, búgva stívliga 21,1 mió fólk í Beijing í 2014. Fólkatalið veksur skjótt. Vestar- og norðarlaga er bústaðarøki og lærdi háskúlin í Beijing. Ídnaðarøkið er eystanfyri miðbýin. Tjóðarhátíðir og halgidagar verða hildnir á Tienánmen-torginum (Himmalfriðar-torginum) mitt í gamla býarpartinum. Elstu býarpartarnir eru í veruleikanum tveir býir, hvør gyrdur inn við múrum: Ytri- og Innaribýur.
Í 2008 vóru OL-summarleikirnir í býnum.
Søga
Ófriður
Í 1989 savnaðust hundraðtúsundtals studentar á Tian'an-men-torginum (Himmalfriðartorginum) í miðbýnum í Beijing at vísa ónøgd sína við myndugleikarnar í Kina og krevja fólkaræðiligar nýskipanir. Kinverska stjórnin sendi herin at steðga mótmælistiltøkunum. Hildið verður, at eini 1000 fólk doyðu, tá ið herurin legði uppí.
Dálking

Kinesiski høvuðsstaðurin, Beijing, hevur í 2014 tann ivasama heiðurin at verða tann næstskitnasti býurin í heiminum [1]. Luftdálkingin er so umfatandi, at tað næstan ikki er búgvandi í kinesiska høvuðsstaðnum, um heilsan hjá teimum 11,5 milliónum íbúgvunum ikki skal vera í vanda. Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing, ið tveir ymiskir samfelagsvísindaligir bólkar hava gjørt, og sum nú er kunngjørd [2]. Umfatandi luftdálkingin í Beijing hevur longu kostað kinesiska samfelagnum nógvan pening. Líkt er eisini til, at meira peningur má brúkast, til tess at basa dálkingini. Politiskir leiðarar í Kina eru til reiðar at játta slakar 8 milliardir krónur til ein grunn, sum skal fáa bilbugt við luftdálkingini í býnum, sum nú er tann næstskitnasti í heiminum. Sambært almennu, kinesisku tíðindastovuni, Xinhua, er ætlanin at steingja 300 verksmiðjur í Beijing, so luftdálkingin í kinesiska høvuðsstaðnum kann basast [3].
Luftdálkingin hóttir eisini ferðavinnuna í Beijing. Tað eru ikki bert íbúgvarnir í Beijing, sum eru í vanda orsakað av ógvusligu luftdálkingini. Luftdálkingin hóttir eisini ferðavinnuna í Kina, einamest í Beijing. Fyrra hálvár í 2014 fall talið av ferðafólki í Beijing við 14 prosentum, samanborið við fyrra hálvár í 2013. Kinesiskir fjølmiðlar skriva, at luftdálkingin er orsøk til minkingina. Í januar í 2014 var luftdálkingin í Beijing 40 ferðir størri enn loyvdu markvirðini hjá heimsheilsustovninum, WHO [4].
Vinarbýir
|
Keldur
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-03-02. https://web.archive.org/web/20140302053350/http://world.time.com/2014/01/31/india-china-beijing-delhi-pollution/.
- ↑ http://www.theguardian.com/world/2014/feb/13/china-beijing-pollution-hazardous-report
- ↑ http://news.xinhuanet.com/english/china/2014-02/12/c_133110186.html
- ↑ http://m.huffpost.com/us/entry/4134226/
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.
