ES-Ráðið

ES-Ráðið ella Ráðharraráðið (enskt: Council of the European Union ella Council of Ministers) er eitt samstarvsráð fyri ES. Tað er í ES-Ráðnum, at áhugamálini hjá limalondunum skulu røkjast, og tí er tað eisini her, at fyrimunirnir við egnum limaskapi mugu metast at vera størst. Limir í ES-Ráðnum eru stjórnirnar í limalondunum, sum verða umboðaðar av ymiskum ráðharrum – alt eftir, hvørji mál eru til viðgerðar. Eru tað umhvørvismál, møta teir 27 umhvørvisráðharrarnir osfr. Limalondini skiftast um at hava leiðsluna av ES-Ráðnum í 6 mánaðir í senn. Hetta verður ofta nevnt at hava “formansskapin í ES”. Einki uppskot frá Kommissiónini kann fáa gildi uttan so, at ES-Ráðið hevur góðkent tað. Tilsamans 345 atkvøður eru í ES-ráðnum. Tey størstu londini hava 27 atkvøður í part, og síðani lækkar talið. Malta hevur tríggjar atkvøður. Danmark hevur sjey. Í ES-Ráðnum hava tey smáu londini lutfalsliga meiri vald enn tey smáu, men hetta verður sambært Lissabon-sáttmálanum eitt sindur javnari í 2014 tí tá skulu tey, sum atkvøða fyri, umboða minst 65 % av fólkinum í ES um eitt mál skal verða samtykt. Tað verður altso ikki nóg mikið at hava meirilutan av atkvøðunum - hesar atkvøður skulu eisini umboða meirilutan av fólkinum.
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.
