Ginn

Ginn stavar frá franska orðinum fyri Einiber, Geniévre. Men hóast navnið er franskt, so hevur Ginn sín uppruna í Hollandi. Ein lækni úr Hollandi nýtti í 16. øld alkohol blandað við einiberum sum heilivág. Einiber er altíð at finna í ginn, men onkrir framleiðarir lata harumframt eisini korianderfrø, lakres og kardemummu í løgin. Ginn er ein hjáframleiðsla, tá whisky verður destillerað. Seinasti parturin av whiskydestillatinum hevur ov lágt alkoholprosent at verða nýtt til whisky, og tí verður tað í staðin nýtt til ginn. Ginn verður oftast nýtt í apertif drinkum, so sum Gin og Tonic, Dry Martini og Tom Collins – men eisini í cocktails, har tað gevur ein sermerktan smakk. Ginn verður framleitt úr spritti, sum kann vera gjørt úr korni, eplum, majs o.líkn. Sprittið verður síðani kryddað við baraldi, sum setu sín dám á bæði anga og smakk. Men eisini onnur kryddarí verða koyrd í. Síðani veðrur hetta dropadrivið til ginn. Styrkin liggur ímillum 37,5 % og 47,3 %. Ginn verður eins og vodka nýtt til ymiskar drykkir.
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.
