M.C. Restorff
Martin Christian Restorff (føddur 4. august 1950 í Havn), vanliga nevndur MC Restorff, er føroyskur tónleikari, sangari, sangskrivari og tónasmiður, sum í meira enn 50 ár hevur verið ein týðandi partur av føroyska tónleikalívinum. Samstundis hevur hann í mong ár verið stjóri á Hotel Hafnia.[1][2]
MC Restorff hevur bygt brýr millum andaligan og verðsligan tónleik og stuðlað mongum ungum tónleikarum.[3] Hann tók nýggj ljóðføri í brúk, trummur og el-gittarar, sum trúarrørslurnar høvdu skýggjað. Eisini læt hann seg freista av øllum tí søta, sum hin verðsligi, rútmiski musikkurin lokkaði við.[4]
MC byrjaði tíðliga at gera vart við seg sum tónleikari ungdómsarbeiðinum i samkomuni í Ebenezer og stovnaði Nikodemusarsangbólkin fyrst i 1970-unum. Mergjaða sangútgávan av "Meistarans hond" telist millum fremstu sang- og tónleikaútgávur í landinum.[2]
Útgávur
- 1971 - Meistarans Hond - Nikodemussangbólkurin & M. C. Restorff
- 1975 - Lív - Nikodemussangbólkurin & M. C. Restorff
- 1977 - Hann legði í munn mín nýggjan song - Nikodemussangbólkurin & M. C. Restorff
- 1980 - Barnaminnir - Nikodemussangbólkurin & M. C. Restorff
- 1984 - Konsert við Nikodemussangbólkinum - Nikodemussangbólkurin & M. C. Restorff
- 1986 - Hildin - Nikodemus og vinfólk 15 ár - Nikodemussangbólkurin & M. C. Restorff
- 1988 - Ymiskt á leiðini
- 1992 - Ein glotti fyri framman - M.C. & Regin
- 1994 - Nýtt og gott gamalt
- 1998 - Sálmar og sangir í nýggjum búna
- 2012 - Sanganna veingir
Heiður
Ávísingar úteftir
- M.C. Restorff var tikin á bóli, kvf.fo
- FMA 2025: MC Restorff fekk ársins tónleikaheiður, kvf.fo
- M.C. Restorff vann ársins tónleikaheiður, dimma.fo
- BirkBlok-ummæli: Sophilia spískar samleikan, kvf.fo
Keldur
- ↑ M.C. Restorff vann ársins tónleikaheiður, dimma.fo, 21. mars 2025
- ↑ 2.0 2.1 M. C. RESTORFF SJEYTI, r7.fo
- ↑ Heiðurskonsert fyri M.C, Restorff – Meistarans hond, portal.fo, 1. mai 2025
- ↑ 4.0 4.1 FMA 2025: MC Restorff fekk ársins tónleikaheiður, kvf.fo, 21.03.2025
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.