Mais



Mais er eitt kornslag, og víða hvar í verðini hevur mais stóran týdning. Hon veksur við næstan somu treytum sum hveiti. Mais krevur tó eitt sindur meira hita. Ilt er at seta tøl á, tí nógv eru sløgini, og tey eru sera ymisk, tí tey hava lagað seg til ymisk vakstrarlíkindi, ella eru líkindini lagað til teirra. Eitt nú eru tey maissløg, sum vaksa í Danmark, krossað av øðrum maissløgum og soleiðis tillagað vakstrarlíkindunum í Danmark. Mesta maisøkið er tó í landslutunum Iowa, Illinois og Wisconsin í USA. Onki land flytur út so nógva maisi sum USA og har verður velt meira enn helvtin av øllum maisi í heiminum. Har veksur umleið helmingurin av heimsins mais. Mesta fólkið í t.d. Iowa livir av jørðini. Har vaksa m.a. bæði mais og hveiti. Bøndurnir velta óføra nógv av mais; einki land í USA heystar so nógva mais sum Iowa. Tað mesta av korninum verður selt til onnur lond. Óføra væl fruktar á fløtuni í Iowa; har veksur t.d. bæði mais og hveiti. Á slættlendinum í USA velta teir eisini t.d. havra, rug og hveiti; summir bøndur hava eisini víngarðar. Har kann sigast, at jarðarbrúkið er fjøltáttað, og tríggir fjórðingar av maisini verðar nýttir til djórafóður. Sama mannagongdin er í t.d. Argentina í Suðuramerika, har maisin verður dyrkað millum býirnar Rosario, Bahia Blanca og Buenos Aires. Eisini har verður maisin nýtt at fita neytini av fløtunum vestanfyri. Úr Argentina verður nógv mais eisini seld til djórafóður til m.a. Norðuramerika og Vesturevropa.

| Framleiðsla í 2013[1] (sbrt. FAO) | |
|---|---|
| Land | Framleiðsla (tons) |
| 353,699,441 | |
| 217,730,000 | |
| 80,516,571 | |
| 32,119,211 | |
| 30,949,550 | |
| 23,290,000 | |
| 22,663,953 | |
| 18,511,853 | |
| 15,053,100 | |
| 12,365,000 | |
| Heimurin | 1,016,431,783 |
Keldur
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.
