Marxisma

Karl Marx og Friedrich Engels.

Marxisma er ein politisk hugsjón og heimspeki, sum er grundað á hugsanirnar hjá Karl Marx (1818-1883) og Friedrich Engels (1820-1895). Marx er faðirin at marxismuni. Hann var hugtikin av Georg W. F. Hegel (1770 -1831) og tók hansara dialektisku søgufatan til sín, men broytti hana til eina materialistiska søgufatan. Í henni blíva trý hugtøk sentral: framleiðsluorka, framleiðsluviðurskifti og framleiðsluhættir. Framleiðsluorkan er tann vitan ella evni, sum menniskja hevur at framleiða, framleiðsluviðurskifti eru tey sosialu viðurskiftini ímillum teir ymisku klassarnar, og framleiðsluhættirnir eru samanrenningin av hesum. Tá ið framleiðsluviðurskiftini ella teir ymisku sosialu klassarnir ikki longur menna framleiðsluorkuna, uppstendur kollveltingin. Endamálið í marxismuni sæst best í Kommunistiska manifestinum frá 1848.

Hugtakið meirvirði lænti Karl Marx partvís frá Adam Smith (1723-1790). Adam Smith hevði eina arbeiðsvirðisteori um, at samlaða nøgdin av arbeiði, sum varð løgd í eina vøru, var virðið í henni. Karl Marx flutti hetta til sín og segði, at forholdið millum virkiseigarin og arbeiðaran er grundleggjandi fyri kapitalistisku skipanina. Kapitaleigarin kemur við framleiðslugøgnum og rávøru og framleiðir við hjálp frá arbeiðaranum eina liðugtvøru. Prísmunurin á liðugtvøruni og rávøruni er meirvirðið, og hetta skapar arbeiðarin. Marx hevði eitt ambivalent forhold til kapitalin. Hann helt, at ídnaðarkollveltingin var eitt stórt framstig í mun til samfelagið og helt, at kapitalistiska skipanin var dynamisk og búskaparliga mennandi. Sambært Karl Marx er tað júst dialektiska sambandið millum kapitalistin og arbeiðaran, sum er drívmegin í kapitalismuni. Hon byggir á „a class struggle between the opressor and the oppressed”. Tann kúgaði er arbeiðarin, og hann, ið kúgar, er kapitalisturin, sum eigur framleiðslutólini. Ein avgerandi atfinning hjá Marx at kapitalismuni er, at kapitalisturin er rationellur, meðan sjálv kapitalistiska skipanin ikki er tað. Tann harða kappingin ger, at tann einstaki kapitalisturin má spara, gera íløgur og akkumulera sínar ognir.

Leninisma bygdi víðari á Marx, og dróg tað imperialistiska sjónarhornið fram. Vladimir Lenin helt, at kapitalistiska skipanin fór at vikna við tíðini. So hvørt møguleikarnir fyri vøkstri minkaðu í teimum kapitalistisku londunum, fóru tey at vaksa um sínar marknaðir við at gera íløgur í menningarlondunum, og hetta fór at verða ein annar formur fyri imperialismu.

Partar í marxismuni: søgulig materialisma, dialektisk broyting, fremmandagerð, klassastríð, meirvirði, kollvelting fæloysinganna og kommunisma.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Bókmentir

Content Disclaimer

Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.

  1. The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
  2. There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
  3. It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
  4. Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
  5. Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.