Perfume

Uppruni: Japan Hiroshima, Japan
Tónleika grein: Elektropop
Spælt síðani: 2001
Plátufelag: Universal Music Group
Almenn Heimasíða: Perfume-global
Perfume 2009

Perfume (japanskt: パフューム, Pafyūmu) er ein elektropopp-gentubólkur úr Hiroshima, Japan. Limirnir eru Ayano Ōmoto, Yuka Kashino og Ayaka Nishiwaki. Bólkurin kom á pallin í 2001. Í 2005 fekk bólkurin sáttmála við eitt stórt plátufelag, Tokuma Japan Communications. Fram til juni 2009 hevur bólkurin útgivið níggju stakfløgur, sum allar eru væl móttiknar. Fyrst í 2012 fekk bólkurin eitt nýtt samstarv við Universal.

Yasutaka Nakata hevur verið framleiðari hjá Perfume síðani 2003. Hann hevur eisini stovnað bólkin Capsule og stovnað plátufelagið Contemode. Upprunaliga post-shibuya-kei-ljóðið hjá Perfume broyttist til elektro og teknopopp, tá bólkurin kom í samstarv við stóra plátufelagið.

Fyrrverandi gittaristurin í Megadeth, Marty Friedman, segði: "Bólkurin hevur havt ta størstu ávirkanina á japanska tónleikaídnaðin í 2008". Oftani verður Perfume samanborið við Yellow Magic Orchestra og Aira Mitsuki.

Søga

Stovnanin

Bólkuri Perfume varð stovnaður í 2001 og teir upprunaligu limirnir vóru Ayaka "A-chan" Nishiwaki, Yuka "Kashiyuka" Kashino og Yuuka Kawashima. Eftir stutta tíð fór Kawashima úr bólkinum fyri at brúka tíð uppá lestur og var útskift við Ayano "Nocchi" Ōmoto. Navnið á bólkinum kemur frá tí japanska Kanji skriftmálssúmbolinum 香, sum merkir "angi", tað er í øllum nøvnunum hjá teimum upprunaligu limunum. Perfume var skrivað í hiragana "ぱふゅーむ" á teimum fyrstu stakfløgunum. Um hesa tíð hitti bólkurin dansilæraran MIKIKO, sum hevur arbeitt við bólkinum líka síðani.

Tvær stakfløgur, "Omajinai Perori" og "Kareshi Boshūchū", vóru útgivnar í 2002 í avmarkari nøgd og einans seldar í Hiroshima gjøgnum plátufelagið Momiji. Í 2003 flutti bólkurin til Tokyo og fekk framleiðaran Yasutaka Nakata. Í 2004 vórðu 3 stakfløgur útgivnar: "Sweet Donuts", "Monochrome Effect" og "Vitamin Drop", sum allar vórðu givnar út á plátufelagnum Bee-Hive. Um hesa tíðina gav bólkurin sína fyrstu framførslu á palli og fekk skjótt nógvar fjepparar.

Stórútgáva: Complete Best

Tá Perfume kom í samstarv við stóra plátufelagið Tokuma Japan Communications, gav bólkurin út stakfløguna "Linear Motor Girl". Eftir at tvær aðrar stakfløgur vóru útgivnar, "Computer City" og "Electro World", skýrdi bólkurin seg sjálvan sum ein "framtíðar teknopoppbólk". Fyrsta plátan, Perfume -Complete Best-, hevði seks tær seinastu stakfløgurnar og kom upp á 33. pláss á sølulistanum Oricon, tá hon fyrst kom út á marknaðin. Plátan kom upp á nr. 25, tá næsta plátan varð útgivin.

Framhaldandi viðgangur

Størsta gjøgnumbrotið higartil er, at Universal, hvørs tónleikaframleiðsla hevur globalan týdning innanfyri sølu og marknaðarføring, nú hevur tikið Perfume undir sínar veingir. Fyri fyrstu ferð nakrantíð fór Perfume konsertferðir uttanfyri Japan í Ásiu í 2012.

Útgávur

CD

DVD

  • 2008 Perfume First Tour "GAME"
  • 2009 Perfume BUDOUKaaaaaaaan!!
  • 2010 Perfume Second Tour 2009 "Chokkaku Nitohen Sankakkei Tour"
  • 2011 Perfume live @Tokyo Dome "1234567891011"
  • 2012 Perfume Third Tour "JPN"
  • 2013 Perfume WORLD TOUR 1st
  • 2014 Perfume Fourth Tour "LEVEL 3"
  • 2014 Perfume WORLD TOUR 2nd
  • 2015 Perfume Fifth Tour "Gurun Gurun"
  • 2015 Perfume WORLD TOUR 3rd
  • 2016 Perfume Anniversary 10 days "PPPPPPPPPP"

Slóðir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Content Disclaimer

Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.

  1. The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
  2. There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
  3. It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
  4. Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
  5. Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.