2017
2017 (MMXVII) var eitt vanligt ár, ið byrjaði á sunnudegi eftir tí gregorianska kalendaranum, ár 2017 eftir Kristi føðing, 17. ár í triðja ártúsund, 17. ár í 21. øld, og 8. ár í 2010-árunum.
| Árstal |
| 2014 2015 2016 – 2017 – 2018 2019 2020 |
| Áratíggju |
| 2000-árini – 2010-árini – 2020-árini |
| Øldir |
| 20. øld– 21. øld – 22. øld |
Hendingar
Januar
- 20. januar - Donald Trump verður svorin inn sum 45. forseti USA.
- 21. januar - Milliónir mans savnast til kvinnugongur runt heimin í mótmæli móti innsetan Donald Trumps sum forseta dagin fyri. 420 gongur verða skrásettar í USA, og 168 aðrar runt um í heiminum. Hetta gjørdist tí tann størsta mótmælistiltak í amerikanskari og og nýggjari heimstíð.
Februar
Mars
- 10. mars - FN ávarar at heimurin berst við størstu hungursneyð síðan seinna heimsbardaga. 20 milliónir mans eru í vanda fyri at doyggja av hungursneyð í Jemen, Somalia, Suðursudan og Nigeria.
- 20. mars - Eik Banki skiftir navn til Betri Banki.
- 29. mars - Stóra Bretland byrjar Brexit samráðingarnar, sum skula føra við sær at ríkið gongur úr Evropeiska Samveldinum.
Apríl
- ...
Mai
- 22. mai - Yvirgangsatsókn á eini Ariana Grande konsert í Manchester, hevur við sær at 22 lata lív og yvir 500 verða særd.
Juni
- 1. juni - USA tekur seg úr altjóða klimasáttmálanum.
- 3. juni - Islamst yvirgangsálop á London Bridge hevur við sær at 8 lata lív og 48 verða særd í Bretlandi.
- 7. juni - Tvær yvirgangsatsóknir verða samstundis í Tehran, ein í tinginum og ein í einum gravhýsi. 17 lata lív og 43 verða særd. Hetta er fyrsta álop ISIL á Iran.
- 12. juni - Amerikanski Otto Warmbier kemur aftur til USA í koma, eftir at hava verið í Norðukoreanskum fongsli í 17 mánar. Hann letur lív viku seinni.
- 14. juni - Eldur tekur seg upp í íbúðarbygninginum Grenfell Tower í London, og hevur við sær at 71 lata lív.
- 21. juni - Yvirgangsatsókn í Irak hevur við sær at stóra moskan al-Nuri í býnum Mosul verður oyðiløgd av Islamskum Stati.
- 25. juni - WHO metur at Jemen hevur yvir 200.000 tilfelli av kolera í landinum.
Juli
- 4. juli - Russland og Kina eggja Norðurkorea at gevast við kjarorkuvopnsroyndum
- 7. juli - ST Sáttmálin um bannan av kjarorkuvopnum verður undirskrivaður av 122 londum í New York.
- 10. juli - Irakiska borgarakríggið: Mosul verður frígjørt frá iranska Islamiska Stati.
August
- 5. august - Trygdarráð ST setur avmarkingar á handils- og íverksetanaravtalur Norðurkorea.
- 21. august - Full sólarmyrking sæst yvir Norðuramerika, og fær eyknevnið "The Great American Eclipse"
- 25. august - Hernaðarlig atsókn ímóti Rohingya muslimum í Myanmar, verður sæð av ST sum etnisk útreinskan.
- 25. - 30. august - Ódnin Harvey rakar USA. Ódnin er av katagori 4, ger stóran skaða í Houston í Texas, og hevur við sær at 90 lata lív. Ognartjónið er stórt, og gerst Harvey tí dýrasta náttúrvanlukka í amerikanskari søgu.
September
- 3. september - Norðurkorea útførir sína sættu og kraftigastu kjarnorkuroynd higartil.
- 6. - 10. september - Ódnin Irma rakar USA og Karibiska havið. Ódnin er av katagori 5, hevur við sær stóran skaða, og 134 lata lív.
- 13. september - Paris og Los Angeles verða valdir at hýsa Olympisku Leikunum í 2024 og 2028.
- 15. september - Cassini-Huygens endar sína 13 ára starvsleið við at brotlenda á Saturn. Hetta er fyrsta rúmdarfar, ið fer inn í lofthav Saturn.
- 19. september - Ellivu dagar aftaná annan jarðskjálvta, og á 32 ára ársdegnum fyri stóra jarðskjálvtan í Meksikobýi í 1986, rakar ein 7.1 Mw jarðskálvti Miðmeksiko, og hevur við sær at 350 lata lív, 6.000 verða særd, og túsindir fleiri heimleys.
- 19. - 20. september - Bert tvær vikur eftir at ódnin Irma rakar Karibiska Havið, rakar ódnin Maria sama stað. Minst 94 lata lív, og stórir skaðar fylgja.
- 25. september - Irakiska Kurdistan hevur fólkaatkvøðu um sjálvstýri, ið verður mótmælt av Irak.
Oktober
- 1. oktober - 58 lata lív og 546 verða særd tá Stephen Paddock byrjar at skjóta til eina konsert í Las Vegas. Aldrin hava so mong fallið fyri hond einsamals byrsumans í amerikanskari søgu.
- 12. oktober - USA tekur seg úr UNESCO, Ísrael fylgir við beint aftaná.
- 14. oktober - Eitt bumbalop í Mogadishu hevur við sær at 512 lata lív, og 316 verða særd í Somalia.
- 17. oktober - Kríggið í Sýria: Býurin Ragga verður leyslatin av Islamskum Stati.
- 27. oktober - Katalónia lýsir yvir fullveldi frá Spania. Katalanska lýðveldið er tó ikki viðurkent av sponsku stjórnini ella øðrum tjóðum.
November
- 2. november - Eitt nýtt slag av orangutang verður skrásett í Indonesia, og eru sløgini nú trý.
- 12. november - Ein jarðskjálvti við styrkini 7,3, ið rakar markið ímillum Irak og Iran, hevur við sær at 530 lata lív og 70.000 gerast heimleys.
- 15. November - Forseti Simbabvi, Robert Mugabe verður tikin í húsavarðhald, tá herurin tekur valdið í landinum. Hann leggur frá sær seks dagar seinni eftir 37 ára setu.
- Leonardo Da Vince málningurin Salvator Mundi verður seldur á uppisølu hjá Christie's í New York fyri metprísin 450 milliónir dollarar. Hetta er mesti prísur fyri nakað listaverk nakrantíð.
- 20. november - Altjóða Dómstólurin finnur Ratko Mladić sekan fólkamorði í Srebrenica, undir bosniska krígnum í 1990-árunum. Hann før lívstíð í fongsli.
- 24. november - Eitt álop í eini egeptiskari mosku, hevur við sær at 305 lata lív, og fleiri hundrað verða særd.
- 26. november - Rithøvundafelag Føroya setur EBBU virðislønina á stovn.
Desember
- 5. desember - Russland verður bannað at luttaka á olumpisku leikunum í Pyeongchang, Suðurkorea, ímeðan rannsókn viðvíkjandi stats-stuðlandi doping fer fram.
- 6. desember - USA viðurkennir Jerusalem sum høvuðsstað Ísrael.
- 9. desember - Irakiski herurin boðar frá at hann hevur leyslatið øll irakisk økir frá ISIS, og tikið fullt kontroll yvir Irak-Sýria markinum.
- 14. desember - The Walt Disney Company boðar frá ætlanum um at keypa størstapartin í filmsframleiðaranum 21st Century Fox, harímillum filmstudio teirra, fyri 66 milliardir dollarir.
- 22. desember - Trygdaráð ST atkvøður, við 15 atkvøðum ímóti ongari, at herða revsitiltøkini ímóti Norðurkorea. Hesu ferð við at skerja petroliumútflutning landsins við 90 prosentum.
- 22. desember - Gvatemala fetar í fótaspor USA, og boðar frá flyting ísraelska sendiráðs síns til Jerusalem. Honduras og Panama gera tað sama tveir dagar seinni.
Føðingar
Andlát

Januar
- 16. januar - Niels Bentsen, danskur ríkisumboðsmaður í Føroyum (føddur 1936).
- 25. januar - Mary Tyler Moore, amerikonsk sjónleikarinna (f. 1936)
Februar
- 8. februar - Peter Mansfield, enskur alisfræðingur og Nobelsvinnari (f. 1933)
- 16. februar - Bengt Gustavsson, svenskur fótbóltsleikari og venjari (f. 1928)
- 16. februar - Søren Seirup, danskur rocktónleikari (føddur 1944).
- 18. februar - Marnar Andreasen, føroyskur sangari og tónleikari, 57 ára gamal, tá hann andaðist.
- 18. februar - Erland Kops, danskur badmintonleikari (føddur 1937).
- 25. februar - Bill Paxton, amerikanskur sjónleikari (f. 1955)
Mars
- 13. mars - Prins Richard, týskur prinsur (føddur 1934).
- 16. mars - Maria Gerhardt, danskur rithøvundur og dj (fødd 1978).
- 18. mars - Chuck Berry, amerikanskur tónleikari (føddur 1926).
Apríl
- 15. apríl - Emma Morano, heimsins elsti persónur, tá hon doyði (fødd 1899).
- 16. apríl - Allan Holdsworth, enskur jazz-guitaristur og tónaskald (føddur 1946).
- 22. apríl - Michele Scarponi, italskur súkklari (føddur 1979).
Mai
- 9. mai - Robert Miles, sveisiskur-italienskur elektroniskur tónsmiður og framleiðari (f. 1969)
- 17. mai - Chris Cornell, amerikanskur tónleikari (føddur 1964).
- 23. mai - Tórfinn Smith, blaðstjóri og býráðslimur (føddur 1946).
- 23. mai - Roger Moore, enskur sjónleikari (føddur 1927).
- 29. mai - Manuel Noriega, panamanskur fyrrverandi einaræðisharri (føddur 1934).
- 29. mai - Konstantinos Mitsotakis, grikskur politikari (føddur 1918).
Juni
- 3. juni - Niels Helveg Petersen, danskur fyrrverandi uttanríkisráðharri og formaður fyri Rad.V. (føddur 1939).
- 9. juni - Adam West, amerikanskur sjónleikari (f. 1928)
- 27. juni - Michael Nyqvist, svenskur sjónleikari (f. 1960)
Juli
August
- 18. august - Bruce Forsyth, enskur sjónleikari og sjónvarpsvertur (f. 1928)
September
- 27. september - Hugh Hefner, amerikanskur blaðútgevari (f. 1926)
Oktober
- 16. oktober Daphne Caruana Galizia, maltesiskur journalistur og bloggari (f. 1964)
- 24. oktober - Fats Domino, amerikanskur sangari (f. 1928)
November
- 19. november - Charles Manson, amerikanskur brotsmaður og kultleiðari (f. 1934)
Desember
- 28. desember - Sue Grafton, amerikanskur brotsskaldsøguhøvundur (1940).
- 29. desember - Carmen Franco, sponsk hertugafrú, einasta barn hjá Francisco Franco (1926)
- 30. desember - Benny Samuelsen, føroyskur prentari og blaðstjóri (føddur 1928).
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.
