2018
2018 var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi. Tað var ár 2018 eftir Kristi føðing, ár 18 í triðja ártúsund, ár 18 í 21, øld og ár 9 í 2010-árunum.
| Árstal |
| 2015 2016 2017 – 2018 – 2019 2020 2021 |
| Áratíggju |
| 2000-árini – 2010-árini – 2020-árini |
| Øldir |
| 20. øld– 21. øld – 22. øld |
Hendingar
- 14. januar - Føroya Pedagogfelag, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og fíggjamálaráðið finna semju og enda verkfall, sum hevur staðið yvir síðani 12. desember 2017.[1][2]
- 24. januar - Kina boðar frá at tey hava klonað heimsins fyrstu apu, í samrøðu við blaðið "Cell"
- 9. - 25. februar - Vetrar-OL verður hildið í Pyeongchang í Suðurkorea.
- 10. februar - Føroysku Carlsen systranar luttaka í Melodi Grand Prix við sanginum "Standing up for Love".
- 11. februar - Flogfar frá Saratov Airlines dettur niður í Ukraina, og hevur við sær at 71 lata lív.
- 14. februar
- Jacob Zuma fer frá sum forseti Suðurafrika, eftir at hava stýrt landinum í 9 ár.
- Fyrrverandi næmingur Marjory Stoneman Douglas High School í Florida í USA fer inn í skúlan og byrjar at skjóta frá sær. 17 lata lív og 15 verða særd.
- 18. februar - Flogfar Iran Aseman Airlines dettur niður í Zagrosfjøllunum. Øll 65 fólkini umborð lata lív.
- 21. februar - Sosialurin leggur Bjarna Hammer løgtingsmann, undir grun um sølu av rúsevnum.
- 24. februar - Trygvi Danielsen vinnur filmsvirðislønina Geytan fyri filmin "111 góðir dagar". Maria Tórgarð vinnur áskoðaravirðislønina fyri filmin "Maðurin við blæðuni".
- 10. mars - Føroyska Tónlistavirðislønin (FMA) verður latin í Norðurlandahúsinum.
- 24. mars - Nógv fólk kemur saman á Tórsvølli, at síggja eyðkenda HM-steypið í fótbólti og franska fótbóltsleikaran Christian Karembeu, ið var við til at vinna steypið til Fraklands í 1998. Eftir steðgin í Føroyum fór steypið víðari til Íslands á ferð síni kring heimin, áðrenn tað endar í Russlandi til heimsmeistarakappingina í summar.[3]
- 25. mars - Kalsoyingar vakna við at standmyndin av Kópakonuni, ið stendur í Mikladali, hevur verið ílatin í burka.[4]
- 9. mai - Kommunulæknafelag Føroya lýsa yvir verkfalli. Kommunulæknafelagið og lænardeild Fíggjamálaráðsins koma til semju tann 18. mai 2018.[5]
- 20. mai - Beinir Bergsson vinnur fyrstu EBBU virðislønina fyri yrkingasavn sítt Lítli drongurin og beinagrindin.
- 27. mai - Magnus Tausen verður endurvaldur formaður Flogbóltsamband Føroya (FBF).[6]
- 1. juni - Hallur Holm fer frá sum formaður Frælsan Ítrótt Føroya (FÍF), eftir 8 ár í formanssessinum. Sølvi Reinert Hansen tekur við sum nýggjur formaður.[7]
- 3. juni -
- Matstovan Koks vinnur virðislønina "ársins matstova" frá The Nordic Prize.[8]
- Tórshavnar maraton verður hildið fyri fjórðu ferð.[9]
- 8. juni - Gekkurin í Kringvarpi Føroya fer uppá 3 milliónir krónur fyri fyrstu ferð.[10]
- 8. - 11. juni - FM í langgeil 2018 verður hildin í Pálshøll í Vági.[11]
- 9. juni - Olaf Johannesen vinnur eina Reumert virðisløn fyri "ekstraordinære præstationer og særlige talenter inden for dansk scenekunst" í Keypmannahavn.[12]
- 10. juni - Vípan úr fimleikafelaginum Støkk gerst nummar 10 í Heimsmeistarakappingini í etiskum fimleiki, ið verður hildin í Budapest. Hetta er besta úrslit Føroya í altjóða fimleikakapping nakrantíð.[13]
- 18. september - Flogbóltsfelagið Mjølnir fyllir 40 ár.[14][15]
- 25. oktober - Føroya Tele boðar frá avtalu við samskiftisveitaran Huawei, ið ber við sær at Føroyar raðfestast millum tey fyrstu í heiminum ið fáa 5G fartøkni summarið 2019.[16]
- 18. november - Havnarmaðurin David Arge Galán endurvinnur heimsmeistaraheitið í Pro Men's Physique í Los Angeles. Hann vann hetta heiti fyri fyrstu ferð í 2015.[17][18]
- 23. november -
- Føroyar verða valdar sum vertur fyri U17 EM undankapping hjá kvinnum. Hetta gerst greitt eftir eitt lutakast í Nyon í Sveis. Kappingin skal haldast í døgunum 16. til 24. oktober 2019.[19]
- Verkhúsið Virkni fyllir 25 ár.
- 26. november -
- Í sambandi við bókadagar, boðar Rigmor Dam, løgtingskvinna í mentamálum, frá at øll børn fødd frá 01. januar 2018, somuleiðis ættleidd børn, fáa nýggju bókina Barnasangbók Føroya, sum gávu frá landinum.[20]
- Føroyar fáa eitt nýtt uppsjóvar skip, tá norska skipið Herøy verður skrásett undir føroyskum flaggi. Nýgja skipið fær navnið Katrin Jóhanna, VA 410.[21]
Ítróttur
Fótbóltur
Landsdystir
- 22. mars - Føroyar - Lettland (1-1) í Marbella - Føroyska A-landsliðið (venjingardystur)
- 25. mars - Føroyar - Liktinstein (3-0) í Marbella - Føroyska A-landsliðið (venjingardystur)
Hondbóltur
- 17. februar - Steypafinala Kvinnur: Kyndil - VÍF (19-23)
- Dagsins leikarar: Maya Dragoljubovic (Kyndil), Kristina Griksaite (VÍF)
- 17. februar - Steypafinala Menn: Menn: Kyndil - H71 (24-17)
- Dagsins leikarar: Rókur Akralíð (Kyndil), Mark Marcher (H71)
Landsdystir
- 21. mars - Føroyar - Makedonia í Tórshavn (15-22) - A-Kvinnur - EM-undankapping
- 23. mars - Føroyar - Slovenia (24-28) í Hoyvík- U20 Kvinnur - HM-undankapping
- 25. mars - Føroyar - Makedonia (24-28) í Skopje - A-Kvinnur - EM-undankapping
- 25. mars - Føroyar - Turkaland (29-27) í Hoyvík - U20-Kvinnur - HM-undankapping
- 2. juni - Føroyar - Svøríki (13-32) í Svøríki - A-kvinnur - EM-undankapping[22]
Svimjing.
- 8. juni - Havnar svimjifelag setur nýtt føroyskt met í 4x100 metra blandaðari svimjing. Liðið manna Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Niels Nattestad, og Bartal E. Eidesgaard. Nýggja metið er tíðin 4:11.85.[23]
Føðingar
Andlát
- 7. januar - France Gall, fronsk songkvinna (f. 1947)
- 9. januar - Odvar Nordli, norskur politikari (f. 1927)
- 15. januar - Dolores O'Riordan, írsk songkvinna (f. 1971)
- 23. januar - Hugh Masekela, suðurafrikanskur tónleikari (f. 1939)
- 23. januar - Nicanor Parra, kilenskt skald (f. 1914)
- 27. januar - Ingvar Kamprad, svenskur íverksetari og stovnari IKEA (f. 1926)
- 13. februar - Henrik, prinsur av Danmørk (f. 1934)
- 14. februar - Morgan Tsvangirai, simbabviskur politikari (f. 1952)
- 3. mars - David Ogden Stiers, amerikanskur sjónleikari (f. 1942)
- 14. mars - Stephen Hawking, enskur alisfrøðingur (f. 1942)
- 24. mars - Lys Assia, sveisisk songkvinna (f. 1924)
- 20. apríl - Avicii, svenskur plátuvendari (f. 1989)
- 21. apríl - Verne Troyer, amerikanskur sjónleikari (f. 1969)
- 9. mai - Per Kirkeby, danskur listamaður (f. 1938)
- 13. mai - Margot Kidder, kanadisk-amerikonsk sjónleikarinna (f. 1948)
- 14. mai - Tom Wolfe, amerikanskur rithøvundur (f. 1930)
- 22. mai - Philip Roth, amerikanskur rithøvundur (f. 1933)
- 28. mai - Ola Ullsten, svenskur politikari (f. 1931)
- 5. juni - Johannes Andreas Næs (f. 1920)
- 8. juni - Anthony Bourdain, amerikanskur kokkur (f. 1956)
- 27. juni - Harlan Ellison, amerikanskur rithovundur (f. 1934)
- 8. juli - Tab Hunter, amerikanskur sjonleikari (f. 1931)
- 25. juli - Ólavur Hátún, føroyskur lærari og kórleiðari (f. 1931).
- 1. august - Mary Carlisle, amerkonsk sjonleikarinna (f. 1914)
- 13. august - Heini O. Heinesen, føroyskur politikari (f. 1938)
- 16. august - Aretha Franklin, amerikonsk songkvinna (f. 1942)
- 16. august - Atal Bihari Vajpayee, indiskur politikari (f. 1924)
- 18. august - Kofi Annan, ganaiskur diplomatur (f. 1938)
- 18. august - Jacob Lindenskov, føroyskur deildarstjóri og politikari (f. 1933).
- 25. august - John McCain, amerikanskur politikari (f. 1936)
- 6. september - Burt Reynolds, amerikanskur sjonleikari (f. 1936)
- 29. september - Otis Rush, amerikanskur tonleikari (f. 1934)
- 30. september - Kim Larsen, danskur tónleikari (f. 1945)
- 1. oktober - Charles Aznavour, franskur sangari og diplomatur (f. 1924)
- 15. oktober - Arto Paasilinna, finskur rithovundur (f. 1942)
- 7. november - Francis Lai, franskt tonaskald (f. 1932)
- 27. november - Jeffrei Henriksen, føroyskur rithøvundur og lærari (f. 1930)
- 30. november - George H. W. Bush, amerikanskur forseti (f. 1924)
Keldur
- ↑ http://portal.fo/partarnir+godkent+uppskotid+verkfallid+er+av.html
- ↑ http://portal.fo/verkfall+dagstovnar+lata+aftur+hosdagin.html
- ↑ http://portal.fo/myndir+fifa+steypid+lendi+i+bakandi+sol+i+vagum.html
- ↑ http://portal.fo/kopakonan+klodd+i+burka.html
- ↑ http://portal.fo/kommunulaeknarnir+og+lonardeildin+godtaka+semingsuppskotid.html
- ↑ http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/obroytt-nevnd-i-flogboltssambandinum/[deyð leinkja]
- ↑ http://www.in.fo/news-detail/soelvi-tekur-vid-eftir-hall/[deyð leinkja]
- ↑ http://portal.fo/dimma-5054/koks-er-besta-matstova-i-nordurlondum.grein
- ↑ http://portal.fo/myndir+torshavn+marathon+2018.html
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-06-13. https://web.archive.org/web/20180613101609/http://www.in.fo/news-detail/120000-todnadu-nidur-i-12500-kronur/. Heintað 2018-06-11.
- ↑ http://www.svimjing.com/
- ↑ http://www.in.fo/news-detail/olaf-johannessen-fingid-reumert-heidursloen/
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-06-13. https://web.archive.org/web/20180613143330/http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/vipan-ur-stoekk-millum-heimsins-bestu/. Heintað 2018-06-11.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-08-24. https://web.archive.org/web/20190824111102/https://nordlysid.fo/tidindi/57170/mjolnir-skipar-fyri-almennari-mottoku.
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/11/26/18112632mjolnir40ar
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/11/21/foroya-tele-aetlar-geva-skotskum-oyggjum-5g
- ↑ http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/11/26/18112632galan
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-11-21. https://web.archive.org/web/20181121010433/http://www.in.fo/news-detail/david-er-aftur-heimsmeistari/. Heintað 2018-11-27.
- ↑ http://kvf.fo/greinar/2018/11/23/em-undankapping-i-fotbolti-spaeld-i-foroyum
- ↑ https://portal.fo/dagur-10817/oll-nyggj-born-faa-nyggju-barnasangbokina.grein
- ↑ https://portal.fo/dagur-10835/katrin-johanna-skrasett-undir-foroyskt-flagg-i-dag.grein
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-06-06. https://web.archive.org/web/20180606163337/http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/beinleidis-svoeriki-foeroyar/. Heintað 2018-06-04.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-06-13. https://web.archive.org/web/20180613143253/http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/settu-foeroyskt-met/. Heintað 2018-06-11.
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.
