FARC

FARC er ein hernaðarligur, kommunistiskur og vápnaður uppreistrarbólkur ella yvirgangsbólkur í Kolumbia og ólógligur sambært kolumbiskari lóggávu.

Fólksins Herur er best kendur sum FARC (stytting fyri Fuerzas armadas revolucionarias de Colombia) ella FARC-EP. Hetta er ein marxistiskur-leninistiskur uppreistrarherur í Kolumbia, sum hevur stríðst síðandi 1964. FARC er hernaðarligi vongurin hjá kommunistaflokkinum í landinum. ES, USA [1], Avstralia, Kanada, v.f. meta FARC sum ein yvirgangsbólk, meðan lond sum Kuba, Venesuela, Kili og Brasil meta bólkin sum ein sum stríðist fyri frælsi. FARC hevur fíggja sítt virksemi við millum annað at leggja skatt á bøndur sum framleiða kokain [2], og teir eru eisini kendir fyri at hava burturflutt fólk. Kendasta burturflytingin var av forsetavalevninum Íngrid Betancourt, ið sæt fangi í seks og eitt hálvt ár frá februar 2002 til juli 2008 [3].

Mett verður, at FARC hevur umleið 8.000 limir. Tann vinstrasinnaða uppreistrarrørslan hevur ligið í stríði við tann kolombiska stjórnarherin í uml. 50 ár.

Hendingarøð

  • 1964: FARC verður stovnað sum ein vápnað undirdeild hjá kommunistaflokkinum
  • 2002: FARC er í hæddini við 20.000 hermonnum, ið hava tamarhaldið á triðinginum av landinum
  • 2008: Ringasta árið hjá FARC, sum tapir fleiri stríð
  • 2012: Friðartingingar byrja í Havanna
  • 2016: Friðaravtala undirskrivað

Kelduávísingar

  1. http://www.state.gov/j/drl/rls/hrrpt/2002/18325.htm
  2. http://news.bbc.co.uk/2/hi/americas/1746777.stm
  3. http://news.bbc.co.uk/2/hi/americas/7486552.stm
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Content Disclaimer

Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.

  1. The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
  2. There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
  3. It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
  4. Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
  5. Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.